* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Enn eru trý fólk ikki komin afturíaftur eftir at ein útferðarbátur sakk í ringum veðri út fyri strondini í Phuket í Tailandi í farnu viku. 101 fólk vóru við, og 44 fólk eru funnin druknaði.

Talið á sjólátnum uppi á 44 í Phuket

Myndugleikarnir í Phuket í Tailandi hava funnið 44 sjólátin eftir at útferðarbáturin, Phoenix, hálvdist í ringum veðri hósdagin í farnu viku. 101 ferðafólk, øll uttan tvey kinverjar, vóru við bátinum, tá hann hálvdist. Manningin taldi 12. Enn eru 3 fólk ikki komin afturíaftur, upplýsir guvernørurin í Phuket.

 

Nøkur av teimum sjólátnu eru funnin undir skipinum, sum liggur á 40 metra dýpi hálvanannan fjórðing úr Koh Hei sunnanfyri Phuket í Tailandi. Myndugleikarnir royna nú at lyfta skipið, og teir hava samstundis víðkað økið at leita í.

 

Vanlukkan hendi, tá báturin, hóast vánaligar veðurvánir, kortini loysti frá landi. Ein annar útferðarbátur sakk eisini í ringa veðrinum hendan dagin.

 

Løgverjan á staðnum upplýsir, at skiparin á Phoenix er skuldsettur fyri “ábyrgdarleysa framferð við deyða sum avleiðing,” meðan skiparin á hinum bátinum er skuldsettur fyri “ábyrgdarleysa framferð, sum hevur ført til likamligan- og sálarligan skaða á onnur,” skrivar The Phuket News.

 

Tailendski varaforsætisráðharrin, Prawit Wongsuwan, bað týsadagin um umbering fyri útsagnir sínar dagin fyri, tá hann ákærdi kinversku fyrireikararnar fyri at hava ábyrgdina av, at so nógv fólk druknaðu – bara tí teir ikki høvdu virðing fyri tailendsku trygdarreglunum.


Kelda: Maritime Danmark/The Phuket News/Reuters