
Eitt kinverskt bulkskip var fríggjadagin rakt av fleiri deyðsføllum, tá manningin eftir øllum at dømu fekk mateitran.
Skiparin á kinverska bulkskipinum Wu Zhou 8, sum Cosco Shipping eigur, sendi fríggjadagin út neyðarkall, tá 12 av manningini vóru deyð. Lokalir myndugleikar hava illgruna um, at talan er um mateitran, skrivar Reuters.
225 metrar langa bulk-skipið undir kinverskum flaggi, var sambært AIS-inum umborð á skipinum á veg til Lianyuang, tá tikið var ímóti neyðarkallinum. Umframt tey 12 deyðu, eru hini 9 av manningini álvarsliga sjúk.
Sambært Fleetmon er ein av manningi deyður aftrat síðan fríggjadagin.
Øll manningin var kinversk.
Sambært splash247.com var skipið statt uttan fyr Vjetnam á veg til Kina frá Tailandi, tá manningin fekk trupulleikar. Her varð øll manningin flogin á sjúkrahús, og eftir rak skipið – uttan nakra manning.
10 av manningini vóru longu deyð, tá hjálpin kom. Ein av manningini hevur sagt, at tað helst var fiskur, sum gjørdu tey sjúk.
Kelda: Søfart