* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tilvildarlig mynd.

Níggju menn eru við Keypmannahavnar býarrætt dømdir langar fongsulsdómar fyri roynd at smugla 300 kilo av kokaini í eini bingju til Danmarkar. Teir eru allir dømdir – einsæsris – millum 8 og 16 ára fongsulsrevsingar. Menninir eru millum 20 og 47 ár.

 

Rætturin metti prógv vera fyri, at menninir høvdu leiklut í royndini at fáa kokainið inn til Danmarkar umvegis fleiri altjóða bakmenn. Bakmenninir fingu fatur á kriminellum dønum umvegis eitt SKY-krypterað netverk.

 

Kokainið lá goymt á pallum aftast í einari bingju úr Brasil, og endastøðin var í Hedehusene í Danmark, har eitt felag skuldi taka ímóti lógligu vørunum. Aftan fyri lógligu vørurnar lá kokainið goymt.

 

Bingjan við kokaininum kom til Danmarkar umvegis Holland og Týskland 26. februar í fjør. Týsku myndugleikarnir steðgaðu bingjuni, og síðan varð hald lagt á kokainið. Bingjan varð síðan send víðari við skipi til Keypmannahavnar, og løgverjan fekk boð um málið. Illgerðarmenninir vistu av ongum, at hald var lagt á kokainið.

 

Samstarvið millum londini bæð gjørdi tað møguligt, at løgverjan kundi halda eyguni við smuglaranetverkinum, og síðan vórðu tríggir av monnunum handtiknir.

 

Kelda: Maritimedanmark