* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Svøríki fer at avmarka verkfalsrættin

Svenski arbeiðsmálaráðharrin Ylva Johansson hevur í eini samrøðu um havnarverkfallið í Gøteborg sagt, at hon umhugsar at avmarka verkfalsrættin. Hetta skal gerast við eini nýggjari lóggávu, so verkføll ikki kunnu tvinga ein annan kollektivan sáttmála enn tann, sum longu er galdandi á einum arbeiðsplássi, ígjøgnum.

”Svenska modellið virkar ikki eftir ætlan í hesum málinum. Tí eri eg til reiðar at fara so langt sum at broyta lóggávuna í einum máli, sálvt um hetta er eitt sera viðkvæmt mál fyri okkum sosialdemokratar,” segði arbeiðsmálaráðharrin við SVT Väst.

Felagið hjá havnararbeiðarunum finst hvassliga at fráboðanini hjá Ylvu Johansson og tvíheldur um, at fyritøkan APM Terminals útnyttar ósemjuna til at trýsta stjórnina til at seta eina lóggávu í verk, sum er negativ fyri arbeiðararnar.

Kelda: Sjöfartstidningen