* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Svitzer víðkar um virksemið í Brasilia

Svitzer, sum Maersk eigur, ætlar at økja um hjáveru sína í Brasilia við 10 nýggjum sleipibátum í suður- og landsyniningspørtunum av landinum fyrst í 2018. Felagið upplýsir, at tað nú hevur tikið tveir av fýra sleipibátum frá Fortaleza Inace skipasmiðjuni í nýtslu í næststørsta býnum í Latínamerika, Santos.

Fyrst í 2018 væntar Svitzer at hava tveir sleipibátar í vinnu í Rio Grande havnini sum lið í ætlanini at hava tíggju eyka skip í gongd í landinum.

Teir báðir fyrstu sleipibátarnir, Svitzer Zoe og Svitzer Jamil Darien, eru 24 metrar langir, 11 metrar breiðir og útgjørdir við Caterpillar maskinum, sum veita bátunum orku til at kunna toga meira enn 60 tons. 

“Við yvirtøkuni av Svitzer Zoe og Svitzer Jamil Darien gera vit okkum klár til næsta stigið í víðkanarætlanunum á brasilska marknaðinum,” sigur Rutger Thulin, stjóri hjá Svitzer í Brasilia.

Kelda: TradeWinds