* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
HMM hevur funnið nýggjar samstarvsfelagar á eini farleið millum Kina og Avstralia, og gevst sostatt við samstarvinum við Maersk Line og MSC.

Suðurkoreiska HMM gevst aftur við samstarvi við Maersk

Hyundai Merchant Marine, sum fyri kortum tók seg úr samstarvi á Atlantsmótinum við Maersk og MSC, fer nú í samstarv ið nýggjar samstarvsfelagar millum Kina og Avstralia.

 

Bingjureiðaríið, Hyundai Merchant Marine (HMM), stratekiskur samstarvsfelagi hjá Maersk Line og MSC í 2M-samgonguni, tekur seg nú úr einum samstarvið við tey bæði feløgini aftrat.

 

HMM boðaði fyri kortum amerikansku viðskiftafólkum sínum frá, at reiðaríið steðgar við bingjurutunum á Atlantshavinum og gevst við at keypa pláss við skipum hjá Maersk Line og MSC.

 

Í einum nýggjum boðum í dag boðar HMM frá, at tað fer í samstarv við taiwanesiska Evergreen og APL á einari nýggjari farleið millum Kina og Avstralia. Franska CMA CGM eigur APL.

 

Nýggja samtakið, sum fer at sigla millum teir báðar heimspartarnar, hevur fimm panamax-bingjuskip. Higartil hevur koreiska HMM keypt pláss við skipum hjá Maersk Line og MSC júst á hesari leiðini.

 

Kelda: Shippingwatch