* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Subsea 7 hevur fingið ein stóran sáttmála í sambandi við frálandsvirksemið út fyri egyptisku strondina.

Subsea 7 fær sáttmála fyri fleiri hundrað milliónir dollarar

Felagið sigur í einum boðum til keypsskálan, at tað hevur fingið ein týðandi sáttmála í lag.

 

At felagið hevur fingið ein týðandi sáttmála merkir, at sáttmálin er millum 50 og 150 milliónir dollarar.

 

Sáttmálin er gjørdur við Burullus Gas Company fyri menningarætlanina West Delta Deep Marine, skeið 9b development, sum liggur í frálandsøkinum uttanfyri Eyptaland.

 

Sáttmálin innber verkfrøðingaarbeiði, innstallasjónir og innkeyp, og ber eisini í sær at leggja saman seks brunnar við verandi subsea-installasjónum.

 

Verkætlanarstýring og verkfrøðingaarbeiði er longu byrjað á skrivstovunum hjá felagnum í Kairo og París.

 

Kelda: E24