* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fylgisveinamyndir av iranska tangaskipinum, sum liggur við russisku flotaherstøðina, Tartus, í Sýria.

Stríðið um iranskt tangaskip heldur fram

Tað verður framvegis fylgt væl við tangaskipinum, sum bretskir myndugleikar fyrr í summar løgdu hald á við Gibraltar, og sum fyri kortum varð latið leyst aftur við teirri treyt, at oljan, sum var farmurin umborð, ikki varð seld til Sýria.

 

Fríggjadagin avdúkaðu loftmyndir, at umstrídda tangaskipið, Adrian Darya 1, var komið til russisku herflotastøðina í Tartus í Sýria. Nú verður kjakast um, hvørt tangaskipið longu hevur latið flotastøðini nógv umrøddu oljuna.

 

Hevur skipið latið russisku flotaherstøðini í Tartus oljuna, verður tað mett sum eitt rættiligt kvetti fyri iransku myndugleikarnar, og eitt stórt afturstig fyri amerikansku stjórnina, sum hevur roynt at forða fyri øllum oljuútflutningi til Sýria.

 

Ein talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið, Abbas Mousavi, sigur við iranska tjóðarkringvarpið, IRNA, at Adrian Darya 1 endiliga er komið í havn og hevur lossað oljuna.

 

Amerikanski trygdarráðgevin hjá Donald Trump, John Bolton (sum síðani er koyrdur frá), almannakunngjørdi fríggjadagin fylgisveinamyndir av iranska tangaskipinums, sum tá lá í Tartus.

 

Kelda: Maritime-Executive