* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Foto: Jens Kranen

Strandaður í átta dagar

Hollendskur trolari er nú togaður leysur uttanfyri donsku vesturstrondina, eftir fleiri miseydnaðar royndir.

 

Í átta samdøgur hevur hollendski trolarin, Sursum Corda, staðið strandaður nakað uttanfyri Nørre Lyngby, og hetta hevur verið eitt yndað ferðamál hesar átta dagarnar.

 

Bummtrolarin, Sursum Corda UM 172, fiskaði í donskum sjóøki, tá hann fekk motortrupulleikar og rak inn móti landi og strandaði.

 

Nógvar royndir vórðu gjørdar at toga trolaran leysan, uttan úrslit.

 

Nú er hollendski trolarin á veg til Thyborøn, har kavarar skulu kanna hann, áðrenn hann sleppur víðari.

 

Kelda: DR