* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Í juni fóru “HeidelbergCement” og “Felleskjøpet Agri” út til reiðarímarknaðin og bjóðaðu ein langtíðar sáttmála til tað reiðaríið, sum kann bjóða eitt bulkskip við ongum útláti. Áhugin hevur verið ovurstórur.

 

Í dag, tveir mánaðir seinni, eru 31 uppskot komin inn frá reiðaríum, og helvtin er frá norskum reiðaríum.

 

Lars Erik Marcussen, ætlanarleiðari hjá HeidelbergCement, er væl nøgdur við áhugan.

 

- Áhugin hevur verið størri, enn vit væntaðu. Tað er frálíkt at síggja, at so nógv trúgva upp á eitt skip uttan útlát. Nú fáa vit ein luksustrupulleika við at finna bestu loysnina, áðrenn vit fara víðari, sigur hann.

 

Saman við “Felagskeypinum Agri” stendur dóttirfelagið hjá HeidelberCement, NorStone fyri umleið 3 milliónum tonsum av góðsi, sum verður flutt við skipum í Noregi.

 

Gongst sum ætlað, so fer heimsins fyrsta bulk-farmaskip – uttan útlát - at sigla einaferð í 2023.

 

Kelda: Skipsrevyen