* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heavy-lift-skipið, Hawk, skal flyta trý skip úr Noregi til Turkalands. (Mynd: Skipsrevyen)

Úr Farsund í Noregi til Turkalands at verða orkuverk. Tað er ætlanin við trimum skipum, sum eru flutt umborð á eitt størri skip, sigur stjórin í FFS Marine, John Willy Nielsen, við Skipsrevyen. Nú skulu skipini sveisast føst, áðrenn stóra flutningsskipið fer at sigla. Tíðin til Turkalands verður mett til 14 dagar, um er verður til vildar.

 

- 30 mans arbeiða við størsta maritima tiltakinum, sum FFS nakrantíð hevur staðið fyri í Farsund, sigur stjórin í FFS Marine, John Willy Nielsen.

 

Tað er Cardeniz Power Ships í Turkalandi, sum hevur keypt skipini. Felagið hevur serkunnleika í at umbyggja og upphøgga gomul skip til flótandi orkuverk, har turbinur og generatororkan umborð á skipunum verður nýtt. Onkuntíð seta teir nýggjar turbinur umborð á skipini at nýta sum orkuverk, har tað annars er trupult at gera orkuverk.

 

Tað er norska Heavy-lift-skipið, Hawk, sum skal ferma hini trý skipini til Turkalands. Skipið varð upprunaliga smíðað sum tangaskip, men er seinni umbygt at flyta alt millum himmal og jørð, milluma annað vindmyllur og skip.

 

Kelda: Skipsrevyen