
Franska bingjureiðaríið, CMA CGM, setur á stovn nýggja flutningsdeild, sum burturav verður loftvegis flutningur. Í tí sambandinum keypir reiðaríið fýras Airbus-flogfør.
Franska SMA SGM fer eitt stig vírðari í flutningsætlanum sínum við at stovna eina nýggja deild til flogfrakt.
Nýggja deildin fer at arbeiða undir heitinum, CMA CGM Air Cargo, og er sett á stovn fyri at bjóða kundum sínum fleiri flutningsmøguleikar.
Tað skrivar CMA CGM í einum tíðindaskrivi.
Ætlanin hevur við sær, at reiðaríið fer at reka ein flota av flogførum. CMA CGM hevur longu keypt fýra farmaflogfør av slagnum, Airbus A330-200F, sum skulu binda Evropa og restina av heiminum saman.
Eitt ónevnt evropiskt flogfelag skal taka sær av sjálvum rakstrinum.
- Hetta er ein týdningarmikil varði í menningini av okkara flutningi, sigur forstjórin í reiðarínum, Rodolphe Saadé.
Tey fýra flogførini, sum CMA CGM hevur keypt, komu á marknaðin í ávikavist 2014 og 2016.
Kelda: Shippingwatch