* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norwegian Gannet á veg fyrsta royndartúrin til sjós.

Stórt norskt sláturskip verið fyrsta royndartúrin

Norwegian Gannet var fyrsta royndartúrin í farnu viku. Nú skulu ymsar royndir gerast av skipinum uttanfyri havnarbýin, Pasaie, áðrenn kósin verður sett móti Noregi.

 

Tvey ár er liðin, síðan kjølurin varð strektur á Balenciaga Astilleros-skipasmiðjuni í Spania.

 

Nýggi sláturbáturin er 94 metrar langur og 18 metrar breiður. Í bátinum er ein Wartsila dieselelektriskur hybridmotorur, sum avmarkar CO2-útlátið.

 

- Vónirnar til heimsins størsta sláturbát eru stórar. Báturin fer at slakta laks beinleiðis úr aliringunum og ferma hann á marknaðin. Hetta er fyri tað fyrsta umhvørvisvinarligt, fiskavælferðin er betur og handilsliga úrslitið verður eisini betri, sigur Carl-Erik Arnesen, stjóri í Hav Line, sum eigur Norwegian Gannet.

 

Fiskurin verður køldur skjótari niður, og tað ger, at hann heldur sær betur, hevur hægri góðskuvirði, og tørvur er á minni ísi í kassunum.

 

Kelda: Skipsrevyen


[vimeo=http://vimeo.com/297582724]
Sjónbandaupptøkur av spildurnýggja norksa alibátinum, Norwegian Gannet.