* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

A.P.Møller – Maersk hevur útlit til at tvífalda framman undan risastóru inntøkurnar í fjør til 225 milliardir krónur í 2022, skrivar Bloomberg. Men so er eisini yvirstaðið.Met høgu prísirnir eru á veg niður, og búskaparliga afturgongdin og virðið á Maersk-partabrøvunum er longu fallið 38 prosent.

 

A.P.Møller – Maersk hevur annaðhvørt útlit til besta úrslitið í søgu felagsins, ella tað vánaligasta í meira enn 10 ár. Tað veldst um, hvussu tað verður mátað.

 

Villa úrslitið í 2022, har 13 greinarar vænta eitt avlop upp á 29,3 milliardir dollarar afturímóti 18 milliónum dollarum í fjør, ger sjálvandi 2022 til besta ár nakrantíð, meðan fallið á virðisbrøvunum hjá Maersk er tað størsta síðan fíggjarkreppuna í 2008.

 

Tað er vantandi shippingkapasiteturin, sum gjøgnum árið er styrktur við fløskuhálsum í veitingarliðunum og framhaldandi koronustongsil, sum hava fingið frammanundan høgu prísirnar upp aftur hægri – til størstu inntøkurnar í Danmark yvirhøvur.

 

Gyltu tíðirnar seinastu árini verða avloystar at búskaparligari afturgongd, niðurgongd í keypshuginum og sostatt tørvinum at flyta vørur. Samstundis eru nógvir nýbygningar á veg.

 

Kelda: Bloomberg