* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stóra farmaskipið, Wakashio, sum er skrásett í Panama, liggur strandað á Mauritsius, og vandi er fyri oljudálking.

Stórt japanskt farmaskip liggur framvegis strandað á Mauritsius

Hollendska bjargingarfelagið, Smit Salvage, skal royna at toga stóra farmaskipið leyst aftur. Bjargingarfelagið arbeiðir ímóti tíðini, tí illveður nærkast Mauritsius.

 

Hitt 203.000 DWT stóra farmaskipið rendi fyri nøkrum døgum síðan á land í einum umhvørvisliga kenslusomum øki á Mauritsius. Hví, skipið fór á land, er í løtuni ógreitt.

 

Umborð eru gott og væl 3.800 tons av brennievni, og tað er ein álvarslig hóttan móti umhvørvinum.

 

Smit hevur sent tveir togarar og 10 serfrøðingar á leiðina, og er, saman við tryggingarfelagnum hjá skipinum, í ferð við at leggja til rættis, hvussu bjargingin skal fara fram.

 

Bjargingararbeiðið fer at verða gjørt undir tíðartrýsti, av tí at veðrið í økinum í løtuni versnar, og vandi er fyri at illveður verður á leiðini, har skipið er strandað. Og tað kann seinkað bjargingararbeiðinum.

 

Skipið, sum er skrásett í Panama, var á veg frá Kina til Brasil eftir nýggjari last, tá tað fór á land. Enn er, sum sagt, ógreitt, hví skipið fór á land, men hendingin fór fram á einari farleið, har rættiliga nógv skip sigla.

 

Miðlar á staðnum siga, at vaktar- og bjargingartænastan royndi at fáa samband við skipið, tí kósin var skeiv, men tað eydnaðist ikki at fáa samband, áðrenn tað rendi á land.

 

Tað er Nagashiki Shipping, ið eigur Wakashio, sum strandaðað skipið eitur.

 

Kelda: Maritime Danmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=mN3SyPM9m2U]
Stórt skip farið á land á Mauritsius.