
Bretska bulkskipið Berge Olympos, sum er 211.000 DWT til støddar, verður nú útgjørt við WindWings seglum, sum Deltamarin hevur avhendað.
WindWings er gjørt í samstarvi millum BAR Technologis og Yara Marine Technologies, við tí endamáli at minka brennievnisnýtsluna hjá skipinum.
Við at minka um brennievnisnýtsluna, minkar Deltamarin millum annað eisini veðurlagsmerkið.
Umframt at vera til hjálpar at seta seglini í skipið, skal Deltamarin millum annað eisini greina støðuviðurskiftini umborð, tá seglini eru sett í skipið.
Kelda: Maritimedanmark