* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Størsta bingjuskipið, sum nakrantíð er smíðað á amerikanskari skipasmiðju, er nýggja skipið, Daniel K. Inouye. Skipið fer at sigla upp á Hawaii.

Stórt bingjuskip farið av bakkastokki í USA

Størsta bingjuskipið, sum nakrantíð er smíðað á amerikanskari skipasmiðju, varð doypt og fór av bakkastokki av Philly-skipasmiðjuni í Philadelphia í USA leygardagin.

 

Nýggja skipið eitur Daniel K. Inouye og er uppkallað eftir fyrrverandi senatorinum á Hawaii í mong ár, Daniel K. Inouye, sum doyði í 2012. Hann var íðin stuðul hjá maritimu vinnuni í USA, og hann sá ja-ligu ávirkanina, sum shippingvinnan hevði búskapin á Hawaii.

 

Daniel K. Inouye er fyrra av tveimum sama slag skipum, sum Matson-reiðaríið í Honolulu letur smíða. Kostnaðurin fyri skipið liggur um 2,7 milliardir krónur.

 

Skipið er slakar 300 metrar langt, 35,5 metrar breitt, og ferðin verður 24 míl. Tað lastar 40.000 tons.

 

- Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll í Matson. Í 136 ára gomlu søgu okkara hava vit havt alt frá seglskipum umvegis damparar til diesel-skip so hvørt, sum tøkniligu fyritreytirnar eru broyttar, segði formaðurin og stjórin í Matson, Matt Cox, tá skipið varð doypt.

 

Hetta nýggjasta skipið hjá reiðarínum hevur eisini nýggjastu tøknina, so at skipið kann rekast við flótandi gassi (LNG).

 

Kelda: gCaptain