* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja reikferðaskipið hjá Carnival Cruise Line, Mardi Gras.

Carnival Mardi Gras er størsta reikferðaskipið, sum Carnival Cruise Line nakrantíð hevur latið smíðað. Tað hevur júst verið fyrsta royndartúrin, men skuldi upprunaliga verið fyrsta royndartúrin í august. Men Covie-19 forðaði fyri tí.

 

Tað er ikki fyrstu ferð, at Carnival Cruise Line hevur eitt skip við navninum, Mardi Gras. Tað hevði felagið eisini frá 1972, tá tað keypti RMS Empress of Canada, og gav tí navnið, Mardi Gras. Hetta skipið hevðu pláss fyri 1.058 ferðafólkum.

 

Nýggja skipið, sum er 337 metrar langt, hevur pláss fyri 5.200 ferðafólkum. Umframt at vera størsta reikferðaskipið í flotanum hjá Carnival Cruise Lines, er hetta heimsins fyrsta LNG-rikna reikferðaskip.

 

Í løtuni sær út til, at reiðaríið fær nýggja skipið soleiðis, at tað kann fara fyrsta veruliga krús-túrin úr Port Caneveral í Florida 6. februar 2021.

 

Kelda: Offshore Eneregy / Maritime Danmark