
Fjøran í Rín-ánni er nú so stór, at tað gevur skipaferðsluni trupulleikar.
Skip, sum royna at sigla sunnan fyri Duisburg og Køln, kunnu bara sigla við avmarkaðari mongd av góðsi. Við Koblenz er fjøran so stór, at tað als ikki ber til at sigla.
Farna vikuskiftið gjørdist fjøran upp aftur størri, og eingin bati er at hóma enn.
Ein avleiðing av avmarkaða kapasitetinum eru farmaprísirnir, sum eru hækkaðir munandi. Rín-áin verður millum annað nýtt at sigla korn eftir, sum longu frammanundan er ein mangulvøra orsakað av krígnum í Ukraina.
Kelda: Maritimedanmark