* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Støðugur vøkstur á vindmarknaðinum gav Esvagt bonus

Hampuliga stórur vøkstur á evropiska havvindmarknaðinum, tvey nýsmíðað vindskip og ein bati á ERRV-marknaðinum í Norðsjónum gav Esvagt eitt nøktandi úrslit í 2021. Leiðslan sær jaliga upp á vøksturin í 2022.

 

- Tað eydnaðist Esvagt at laga seg til avbjóðandi marknaðarviðurskiftini í 2021, og felagið hevði framgongd bæði í botninum og toppinum fyri árið.

 

Ein umsetningur upp á slaka 1,1 milliard krónur, og harvið eini framgongd í umsetninginum upp á 10 prosent meira enn í 2020 – og eitt ársúrslit upp á 151 milliónir krónur í avlopi, er nøktandi hjá Esvagt, sigur stjórin í felagnum, Sisse Mai, í einum tíðindaskrivi.

 

- Vit høvdu eina røð av umiskum og fjølbroyttum avbjóðingum í 2021, tá Covid-19 ávirkaði nógv, men kortini fingu vit eitt nøktandi úrslit. Vit tóku av teimum møguleikum, ið vóru, og lagaðu okkum til broytingar, sum vit møttu á vegnum. Tí kunnu vit hyggja jaliga aftur á 2021, sigur altso forstjórin í Esvagt, Sisse Mai.

 

Kelda: Søfart



Sjónbandamyndir av arbeiðnum hjá Esvagt við havvindi.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=KsDuRYl2Cws]