* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Søren Skou, forstjóri í A.P. Møller-Maersk, heldur, at skal CO2-útlátið minka av álvara, verður neyðugt at banna vanligari brenniolju til skip.

Skal CO2-útlátið minka, noyðast vit at gevast púrasta at nýta vanliga olju til skip. Tað sigur forstjórin í heimsins størsta reiðaríi, A.P. Møller-Maersk. Søren Skou er ikki í iva um, at skal tað muna nakað, noyðast vit at gevast heilt at nýta vanligt brennievni.

Um politiski myndugleikin ger, sum Søren Skou skjýtur upp, so fer tað at venda upp og niður upp á alla farmavinnuna.

 

“Í bilídnaðinum verður tosað um, at tað kemur ein dagur, tá tú als ikki kanst keypa ein bil, sum nýtir bensin. Í farmaídnaðinum skulu vit eisini tosa um, nær tað ikki longur fer at bera til at bíleggja skip, sum verða rikin við vanligum brennievni,” sigur Søren Skou við danska blaðið Berlingske.

 

Skipaferðslan stendur fyri umleið trimum prosentum av øllum CO2-útlátinum í heiminum, og avbjóðingarnar eru stórar, um hetta útlátið skal beinast burtur. Nýggj CO2-nevtral brennievni skulu nýtast, og Maersk gongur á odda, nú reiðaríið júst hevur bílagt átta stór bingjuskip, sum skulu sigla upp á e-metanol (træspritt).

 

Søren Skou viðgongur í Berlingaranum, at nógvar avbjóðingar eru við at steðga við vanliga brennievninum.

 

“Eg kann ikki siga nágreiniliga, nær vit skulu gera tað. Men einaferð noyðast vit at banna tí. Um heimurin vil steðga gongdini, so má túrurin eisini koma til farmavinnuna,” sigur Søren Skou við Berlingske.

 

Kelda: Berlingske / Maritimedanmark