* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av ferjunum hjá Stena Line, Stena Jutlandica, skal gerast um til hybrid-ferju seinni í ár.

Stena Line vil minka um brennievnið við vitgjørdum intelligensi

Í einum nýggjum samstarvi við Hitachi vil Stena Line gera nýtslu av nýggjari tøkni fyri at minka útreiðslurnar av brennievni.

 

- Fleiri serfrøðingar úr ymsum deildum hjá Hitachi skulu ganga ígjøgnum talgilda arkitekturin í samstarvi við Stena Line, sigur Hitachi í einum tíðindaskrivi.

 

Við hjálp av vitgjørdum intelligensi skal Hitachi eyðmerkja mest orkuslúkandi partarnar av nýtslu-ringrásini og koma við uppskotum um, hvussu hetta kann gerast virknari.

 

- Við einari skipaðari tilgongd og við alla tíðina at gera neyðugar broytingar er tað málið hjá Stena Line, at vera í fremstu røð í einari burðardyggari shippingvinnu, sigur stjórin fyri talgildari strategi hjá Stena Line, Rune Kleiberg, í tíðindaskrivi.

 

Stena Line ætlar, at Stena Jutlandica longu í ár verður útgjød sum hybrid-ferja.

 

Kelda: Søfart