* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyrsti kvinnuligi skiparin hjá Stena Line, skotska Lynette Bryson.

Stena Line hátíðarheldur altjóða kvinnudagin hjá IMO við fyrsta kvinnuliga skipsføraranum

Dagurin í gjár var altjóða dagurin hjá IMO – fyri kvinnur í sjóvinnuni, og tað hátíðarhelt Stena Line við fráboðanini um, at reiðaríið hevur sett fyrsta kvinnuliga skipsføraran í starv, nevniliga skotsku Lynette Bryson. 34 ára gamla Bryson er skipsførari á einum av størstu ferjunum hjá Stena Line, Stena Adventurer.

 

- Tá bara 2 prosent av heimsins 1,2 milliónum sjófólkum eru kvinnur, er tað greitt fyri okkum, hvussu týdningarmikið tað er at fáa fleiri kvinnur á brúnna í maritimu bransjuni. Tí er tað við stórari gleði, at vit eftir eina royndartíð sum skipsførari kunnu seta Lynette Bryson sum okkara fyrsta kvinnuliga skipsførara.

 

- Í dag vísa vit, at kvinnur kunnu koma sær fram á havinum, og at Stena Line er her til tess at stuðla tær, sigur Margareta Jensen Dickson, sum er leiðari á People and Communications hjá Stena Line.

 

Lynette Bryson, sum hevur lisið alisfrøði og støddfrøði á Glasgow University, og sum seinni hevur lisið innan sjóvinnu, hevur millum annað verið í reikferðaskipavinnuni og Marine Scotland, áðrenn hon í 2017 kom til Stena Line.

 

- Eg eri ómetaliga errin av at sigla sum skipsførari á Stena Adventurer, og so sum fyrsti kvinnuligi skiparin. Tað kundi bara henda við stuðuli frá starvsfeløgum mínum í Stena Line. Eg vóni, at mítt starv sum skipsførari fer at geva fleiri ungum kvinnum íblástur at gera sum eg, sigur nýútnevndi skipsførarin.

 

Kelda: Maritimedanmark