* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Svenskar málistøðir hava skrásett fleiri undirsjóvarspreingingar tætt við tey støðini, har lekar eru á gassleiðingini Nord Stream 1 og 2. Tað upplýsir svenska Nationella Seismiska Nätet, SNSN, fyri SVT.

 

Spreingingarnar, sum høvdu styrki 2,3 á Richterskalanum, vórðu skrásettar klokkan 02.03 mánanáttina, og klokkan 19.04 mánakvøldið.

 

- Eingin ivi er um, at tað vóru spreingingar, sigur Bjørn Lund, lektor í seismologi, við svensku sjónvarpsstøðina.

 

Mette Frederiksen kallaði leiðarnar í flokkunum á Fólkatingi til kunningar í løgmálaráðmum seinnapartin í gjár, har hon millum annað legði dent á, at støðan er álvarslig.

 

Kelda: Maritimedanmark