* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskipið \"Global Dream\" á skipasmiðju í Týsklandi.

Undirhaldssamtakið Disney er byrjað samráðingar við trotabúgv um at yvirtaka eitt spildurnýtt reikferðaskip, sum annars var dømt at fara til upphøggingar.

 

Disney-samtakið er farið at samráðast við bústjoran fyri trotabúgvið eftir Gentings, sum fór á heysin fyrr í ár. Tá var skipið 75 prosent liðugt, og hevði fingið navnið “Global Dream”.

 

Sostatt eru ætlanirnar um at koyra nýggja reikferðaskipið til upphøggingar fyribils steðgaðar.

 

Við einum kapasiteti upp á 9.500 ferðafólk hevði Global Dream verið heimsins størsta reikferðaskip mett í tali á ferðafólkum. Tað sigur The Maritime Executiv, sum millum annað endurgevur týsku sjónvarpsstøðina NDR.

 

Sambært sjónvarpsstøðini er Disneysamtakið áhugað at nýta 342 metrar langa reikferðaskipið í Asia, har skipið upprunaliga var sniðgivið at sigla.

 

Bústjórin fer at gera alt fyri, at “Global Dream” kann smíðast liðugt í Týsklandi, so at nøkur av uppsøgdu arbeiðsfólkunum kunnu fáa arbeiðið aftur.

 

Kelda: Søfart