* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Spanska herskipið, Tornado.

Spanskt herskip argar við Gibraltar

Eitt spanskt herskip sigldi sunnudagin inn í bretskan sjógv við Gibraltar. Har gav herskipið tveimum skipum, sum lógu fyri akker, boð um at fara haðani, tí tey skuldu eitast at liggja í sponskum sjógvi. Manningin á skipunum, ið lógu fyri akker, noktaðu at flyta skipini.

 

Um tað er rokilsi kring Brexit, sum spanski herurin roynir at gera sær dælt av, nú tónalagið mótvegis Bretlandi herðist, ella um talan var um eitt spanskt herskip, sum ikki visti, hvar tað var statt, er óvist.

 

Bretsku herdeildirnar á Gibraltar svaraðu umgangandi aftur og sendu eitt skjóttgangandi skip og ein gummibát á staðið. Her varð staðfest, at spanska herskipið, Tornado, var statt í bretskum sjóøki, men sigldi spakuliga út í altjóða sjógv.

 

Bretsk skip sigldu aftaná bretska herskipinum, til tað aftur var í altjóða sjógvi.

 

Spanskar stjórnir hava í mong ár ilskast um, at Bretland heldur fast við, at Gibraltar er partur av Stórabretlandi, hóast fjallahálvoyggin frá náttúrunar hond hoyrir til Spania.

 

Bretar halda fast við, at so leingi, sum íbúgvarnir á Gibraltar ynskja tað, verður Gibraltar bretskt.

 

Kelda: Maritime Danmark