* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

SolstadFarstad fær tríggjar nýggjar Norðsjóvarsáttmálar

Samanalagda norska frálandsreiðaríið Solstad Farstad kann fegnast um tríggjar nýggjar sáttmálar fyri PSV-skip í Norðsjónum. Longdin á sáttmálunum liggur millum 75 dagar og 18 mánaðir, og skipini skulu arbeiða í bretska partinum av Norðsjónum, sum Solstad Farstad metir sum strategiskt týdningarmikið.

Tey trý skipini eru Far Spica, sum fær ein 18 mánaðar langan sáttmála, meðan Normand Aurora fær ein sáttmála upp á 75 dagar. At enda hevur Fairfiels Betula longt sáttmálan við Far Symphony við seks mánaðum við møguleika fyri eini leingjan upp á seks mánaðir aftrat.

Kelda: Splash