* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tveir av størst norsku handilsmonnunum, Kjell Inge Røkke og John Frederiksen, eru við í nýggja frálandssamtakinum.

Norsku feløgini, Aker Solutions, Solstad Offshore og Deepocean stovna nýtt endurnýggjandi samtak.

 

Nýggja samtakið, sum millum annað hevur kenda handilsmannin, Kjell Inge Røkke við, hevur sum mál at vera “heimsins kostnaðarvirknasta og fullkomna framleiðsluveitingarketa og sjóvinnutænasta innan havvind”, skriva feløgini í einari fráboðan.

 

Nýggju feløgini eru altso Aker Solutions, sum er felag hjá Kjell Inge Røkke, Solstad Offshore, sum nógvir føroyingar sigla við, og Deepocean.

 

- Veitingarketan innan frálandsmarknaðin í dag er ógvuliga sundurpettað, og vit halda tað rigga illa, tá tað kemur til kostnað, vága og umhvørvið, sigur Guro Høyaas Løken, leiðari fyri Windstaller Alliance, í einari viðmerking.

 

Umframt ítøkiliga avtalaðar ætlanir fara tey trý feløgini at hava felags eigaraskap og skyldur í sambandi við skip og aðrar ognir.

 

Kelda: Maritimt.com