* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Soleiðis verða 30 hæddir høgir bingjukranar skipaðir í land

Fýra nýggir Super Post-Panamax kranar komu 5. mai til havnina Barbour Cut Container Terminal í Houston Ship Channel eftir eina 73-daga langa sjóferð. Kranarnir, ið eru nærum 30 hæddir høgir, eru framleiddir av Konecranes í Mokpo í Suðurkorea og vórðu avskipaðir 23. februar í ár.

Kranarnir eru sveisaðir til heavy-lift skipið undir langa flutninginum. Undir lossingini av teimum var neyðugt bæði at brúka hjól, skinnarum og dráttarmátt fyri at fáa teir í land. 

Nýggju Ship-To-Shore kranarnir kunnu lyfta og seta eina lastaða bingju upp á pláss tvær ferðir skjótari enn kranarnir, sum í løtuni verða brúktir á Barbour Cut Terminal. Teir viga 1.505 tons hvør og kunnu avgreiða skip við 22 røðum av bingjum, men eru ikki førir fyri at avgreiða Tripple-E skip við 23 røðum.

Upptøkan niðanfyri vísir, hvussu uppgávan at fáa teir í land varð loyst.

Kelda: Port of Houston Authority