* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

So streymar oljan aftur úr Norðsjónum


Oljan streymar aftur úr Norðsjónum til Bretlands í 169 km longu rørleiðingini Forties, sum hevur verið stongd síðani 11. desember, eftir at ein leki var funnin á rørleiðingini. Forties verður mett sum ein av heimsins týdningarmestu oljurørleiðingum til flutning av ráolju.

“Ineos váttar hervið, at Forties Pipeline System riggar aftur sum vant og er í fullum rakstri aftur,” sigur fyristøðufelagið Ineos AG í tíðindaskrivi. 

Oljan frá meira enn 80 økjum í Norðsjónum verður flutt í land ígjøgnum ta 169 km longu oljurørleiðingini, sum vanliga sendir umleið 450.000 tunnur av olju í land um samdøgrið. Rørleiðingin, ið hevur ein mesta kapasitet upp á 700.000 tunnur/samdøgrið, kemur í land í Cruden Bay í Skotlandi, haðani oljan annaðhvørt verður avskipað ella viðgjørd á einum reinsiverki nærindis.

Oljufelagið BP bygdi Forties Pipeline System, men Ineos AG keypti hana fyrr í ár.

Ineos er eisini nýggjur eigari av upstream olju- og gassvirkseminum hjá Ørsted (fyrrv. DONG Energy), sum danska felagið avhendaði í heyst fyri 8,7 mia. kr.

Kelda: Bloomberg/maritimedanmark.dk