* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kirstin S. Rasmussen, Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Aimi Justinussen .

Slóðbrótandi samskiftis-app løgd fram

Føroyska samskiftis-appin, AVAZ FO, sum Mentamálaráðið hevur stuðlað, og sum Aimi Justinussen og Kirstin S. Rasmussen hava umsett og tillagað føroysk viðurskifti, er nú liðug.

Tær báðar løgdu fram appina og greiddu frá, hvussu hon verður nýtt og hvussu hetta fer at gagna einum bólki av føroyingum, sum hevur manglað rætta samskiftisamboðið, og sum kann gera tey fræls at koma til orðanna.

Landsstýriskvinnan takkaði Aimi og Kirstin fyri stóra og týdningarmikla arbeiðið, sum leggur eina sterka grund undir framhaldandi menning fyri børn við autismu, og hon segði seg vóna, at amboðið fer at røkka víða og verða gagnnýtt væl í komandi døgum.

AVAZ FO appin er eitt hent samskiftis-amboð til teirra, ið eru orðleys (non-verbal), ella bara hava trupult við at tosa. 

Mentamálaráðið sær amboðið sum verandi sera hent hjá skúlum, foreldrum, taluráðgevum og øðrum, ið hava ábyrgd av at læra orðleys alternativt samskifti. 

At læra at samskifta er ein mannarættur, og fyri at allir okkara borgarar skulu hava javnbjóðis rættindi, er sera umráðandi, at tey onkursvegna kunnu koma til orðanna. AVAZ FO er eitt amboð, ið kann geva hesum eina rødd. 

Útgávudagurin er settur at vera 20. august 2019, so AVAZ FO appin er tøk tá skúlarnir byrja aftur, eftir summarfrítíðina.

Kelda: Mentamálaráðið