* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
MS Kong Harald sigldi inn til Molde, tá manningin fekk annan høvuðsmotorin í gongd aftur. Mynd: Fusion Cruises

Tað var slit í brennievnisskipanini, sum førdi til, at ein av ferjunum hjá norsku Skundrutuni, MS Kong Harald, týskvøldið fekk maskinskaða og rak móti landi. Tað vísir ein fyribils frágreiðing hjá norska Sjóvinnustýrinum.

 

Ferjan sigldi við bara einum høvuðsmotori, meðan arbeitt varð upp á hin, og tí var eingin annar motorur at taka yvir, tá hin høvuðsmotorurin eisini fekk trupulleikar.

 

Trupla støðan byrjaði, tá ein varnari boðaði frá, at ov nógvur hiti var í útlátinum frá skorsteininum.

 

“Tá trupulleikarnir byrjaðu, gjørdi manningin tað rætta við at tryggja skipið og at senda út neyðarkall. Manningin koyrdi eisini akkerini út, og bíðaðu síðan heftir hjálp. Men kortini rak ferjan spakuliga móti landi í vánaliga veðrinum, sigur Lars Alvestad, í norska Sjóvinnistýrinum.

 

Tað eydnaðist at enda manningini at fáa maskinuna í gongda aftur, sum tey høvdu arbeitt uppá, og síðan varð ferjan sigld til Molde, sum eisini var upprunaliga málið.

 

Kelda: Søfart