* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skúlaskipið Danmark. Mynd: Martec

Eingin mansskaði hendi, tá skúlaskipið Danmark bakkaði á eitt amerikanskt herskip í havnini í Baltimore. Sleipibátar vóru í fer við at hjálpa skúlaskipinum út úr havnini í Baltimore, tá skúlaskipið Danmark rakti USS Minneapolis-St. Paul.

 

Skúlaskipið Danmark fekk nakað av skaða afturi á hekkuni og á síðuni.

 

Óhappið hendi, tá nakrir sleipibátar vóru í holt við at sleipa skúlaskipið úr havnini, men eftir øllum at døma fekk Skúlaskipið Danmark ov nógva ferð, og tað eydnaðist ikki at steðga, áðrenn skipini stoyttu saman.

 

- Tað sum er hent er, at nakað av rimaverkinum afturi á hekkuni er farið, tað brotnaði niður á sjógv, sigur hann.

 

Søfart veit at siga, at Sjóferðslustýrið, eftir nakrar kanningar, hevur givið skúlaskipinum grønt ljós at sigla víðari.

 

Kelda: Søfart


Sí sjónvarpsbrot niðanfyri!



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=vqjKuEK1pYA]
Skúlaskipið Danmark verður sleipað frá bryggju.