* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyrstu kanningarnar vísa, at tað var fregattin, sum skuldi halda av fyri grikska tangabátinum.

Skipasamanstoytur í Noregi legði oljuleiðir lamnar

Fimm oljuleiðir noyddust at steðga framleiðsluni í fleiri tímar í gjár, tá ið ein fregatt og ein tangabátur rendu saman í Noregi. At oljuleiðirnar noyddust at steðga framleiðslunum, fer at veita oljufeløgunum munandi tap.

Ein norsk fregatt hjá noraku sjóverjuni og ein grikskur tangabátur vóru við í óhappinum.

Skipini rendu saman nærindist ráoljuterminalinum, Sture, sum noyddist at steðga framleiðsluni beinanvegin. Grannapallurin, Kollsnes, var eisini settur á stand-by.

Tá ið hesir bæðir terminalarnir steðgaðu framleiðsluni, var eisini neyðugt at steðga framleiðsluni á Oseberg, Grane, Edvard Grieg, Ivar Aasen og Trolle. Sostatt steðgaði umleið ein tíggjundapartur av allari oljuframleiðsluni í Noregi í gjár, skrivar DN.no.

Sambært ein oljugreinara hjá Rystad Energy kann talan hava verið um ein vantani framleiðslukapasitet upp á 365.000 tunnur orsakað av samanstoytinum.

Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at fyrstu kanningarnar vísa, at tað var fregattin, sum hevði víkiskyldu. Grikska Tsakos Energy rekur tangaskipið, sum var við í óhappinum.

Niðanfyri eru sjónbandaupptøkur frá, tá manningin barð bjargað! 

Kelda: ShippingWatch


[vimeo=http://vimeo.com/299606100]
Sjónbandaupptøkur frá bjargingini.