* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Belbek rendi seg fastan í Kollafirði mikudagin í seinastu viku, og nú eru skiparin og stýrimaðurin dømdur fyri at hava alkohol í blóðinum, meðan teir vóru á vakt. (Mynd: Grækaris)

Skiparin og stýrimaðurin á Belbek dømdir

Skiparin og stýrimaðurin á kýpriska skipinum Belbek, sum rendi seg fast á Langasandi í Kollafirði mikudagin í farnu viku, hava fingið treytaðar dómar.

Yvirmenninir høvdu alkohol í blóðinum, tá óhappið hendi, og tí kom málið fyri rættin.

Av løgreglustøðini frættist, at teir báðir yvirmenninir eru dømir fyri at hava millum 0,2 og 1,2 promillu av alkoholi í blóðinum.

Teir fingu treytaða frádøming av vinnubrævinum og eina bót uppá 8.000 krónur í part. Treytaða frádømingin av vinnubrævinum er galdandi í trý ár, tað merkir, at halda teir seg innan fyri lógarinnar rammur hesi árini, varðveita teir vinnubrøvini.

Belbek, sum er 98 metrar langur og siglir undir kýpriskum flaggi, lá í Nólsoyarfirði í gjár.