* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Panama-skrásetti bulkarin, Navios Amaryllis, stendur á korallrivinum.

Skiparin á supramax bulkaranum, Navios Amaryllis, sum strandaði á einum korallrivvi við Maldivurnar hósdagin í farnu viku, fær skylduna fyri óhappið. Tað boðar ferðslumálaráðið á Maldivunum frá.

 

Varaflutningsmálaráðharrin, Hamad Abdul Ghanee, segði á einum tíðindafundi við miðlar á staðnum sunnudagin, at skiparin boðaði ikki vaktar- og bjargingarmyndugleikunum frá, tá skipið fekk maskintrupulleikar og seinni rendi upp á korallrivið.

 

“Vit eru vorðin varug við, at eingin fráboðan um maskintrupulleikar kom frá Navios Amaryllis. Skiparin lat heldur ikki akkerini falla, sum vanligt er í slíkum føri, og hann bað heldur ikki um hjálp, tá manningin varnaðist maskintrupulleikarnar,” segði Hamad Abdul Ghanee á tíðindafundinum.

 

Umhvørvismyndugleikarnir á staðnum óttast, at 58.700 dwt stóra skipið hevur gjørt stóran skaða á korallrivið.

 

Navios Amaryllis var á veg úr India til Suðurafrika við 19 av manningini, sum allir vóru av Filipsoyggjum. Eingin teirra fekk mein av hendingini.

 

Kelda: Splash247.com



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=k-MIPgP80Yk]
Sjónbandamyndir av strandaða bulkaranum.