* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Idaho.

Skipari hjá Maersk fongslaður eftir eyðmýking

Dómarin metti, at skiparin, tá hann sygldi sum yvirstýrimaður við Maersk Idaho, hevði óhóskandi atburð mótvegis kadettinum fleiri ferðir í 2014 og 2015.

 

Sambært dómaranum frá US Coastguard kávaði táverandi yvistýrimaðurin fleiri ferðir uppi á kadettinum við at taka um hann aftanífrá, og lata sum um teir báðir høvdu samlegu. Hann hótti eisini kadettin við at sláa hann fyri rørarnar, og hann teknaði eisini ein murt á hjálmin hjá kadettinum. Haraftrat framdi yvirstýrimaðurin eisini aðrar eyðmýkingar mótvegis kadettinum.

 

Hetta helt dómarin vera óhóskandi, men hann metti kortini ikki, at talan vera um kysnliga misnýtslu, sæst í dómsúrskurðinum.

 

Skiparin, tað er altso fyrrverandi yvirstýrimaðurin, noktaði seg sekan, men hann viðgekk kortini, at hansara skemt onkuntíð kundi vera eitt sindur rátt.

 

Kelda: Maritimedanmark