* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Idaho.

Amerikanska dóttirfelagið hjá Maersk, Maersk Line Limited, hevur givið einum skipara, sum í apríl slapp við burturvísing í 12 mánaðar í einum máli um kynsligan ágang, uppsøgn, og hann er sostatt koyrdur úr starvinum. Málið stavar frá 2015.

 

Tann nú uppsagdi skipsførarin var við ein dómstól 20. apríl í ár burturvístur orsakað av hendingum í 2015, tá uppsagdi skiparin var 1. stýrimaður á bingjuskipinum Maersk Idaho.

 

Skiparin varð ikki dømdur sambært ákæruritinum, og U.S. Coast Guard appeleraði tí málið.

 

Eftir burturvísing í fýa mánaðar hevur Maersk Line Limited valt at siga skiparan, Stinziano, úr starvi.

 

Maersk hevur eftir fleiri mál um kynsligan ágang- og happing sett eina stóra kanning í gongd, har tosað verður við fleiri enn 350 kvinnur umborð á skipum hjá reiðarínum til tess at greina, hvussu stórur trupulleiki er.

 

Kelda: Maritimedanmark