* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mánamorgunun fekk skiparin á amerikanska trolaranum, Lady Alice, hjartatrupulleikar, tá skipið var statt 150 fjórðingar eystanfyri Hilo á Hawaii. Manningin byrjaði beinanvegin at veita ta hjálp, sum hon var før fyri, samstundis sum biðið varð um hjálp uttanífrá.

 

Av tí at langt var úr landi, var skjótasta loysnin at senda eitt HC-130J Combat King II flogfar avstað við trimum fallskíggjavandum bjargingarfólkum til knattstøðuna.

 

Sum tað sæst í sjónbandaupptøkunum niðanfyri, lupu trý bjargingarfólk úr flogfarinum og lendu tætt við trolaran.

 

Umborð á fiskiskipinum staðfestu bjargingarfólkini, at 73 ára gamli skiparin hevði tørv á meira hjálp, enn tey kundu veita á staðnum, og tí var ein long-range Seahawk-tyrla send út til skipið eftir skiparanum, og soleiðis kom hann á sjúkrahús.

 

Sagt verður, at skiparin nú er uttanfyri lívsvanda.

 

Kelda: Maritimedanmark / Maritime Executive



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=XtISPCG2boA&t=2s]
Sjónbandaupptøkur av fallskíggjabjargarum.