* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

1. juli í 2011 rændu somaliskir sjóránarar grikska tangaskipið Brilliante Virtuoso, og settu eld í skipið. Nýggir upplýsingar vísa nú, at tað í veruleikanum var talan um torskilt tryggingarsvik, sum skuldi bjarga einum fíggjarliga illa skøddum handilsmanni.

 

Journalistarnir Matthew Campell og Kit Chellel avdúka ræððandi søguna í eini bók við heitinum: Dead in the water – A True Story of Hijacking, Murder, and a Global Maritime Conspiracy.

 

Í bókini skriva journalistarnir millum annað, at tangaskipið í veruleikanum ikki varð álopið av somaliskum sjórænarum, men fólki úr Jemen, sum fingu goldið fyri at geva seg úr fyri at vera sjórænarar. Ein skipaumboðsmaður, sum kannaði ránið og fekk ferilin av tryggingarsvikinum, varð kalt og kyniskt dripin.

 

Eingin er dømdur í málinum, hvørki fyri svikið ella drápið.

 

Kelda: Maritimedanmark

 

Síggj sjónvarpsbrot niðanfyri!

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=rZuvXWxOJTE]