* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skipaferðslan skal eisini halda París-veðurlagsavtaluna

Í gjár byrjaði árligi altjóða veðurlagsfundurin um ST-veðurlagssáttmálan (UNFCCC), sokallaði COP23. Nærum 20.000 umboð úr øllum heiminum umrøða, hvussu tað skal eydnast at halda alheims hitaøkingina undir tveimum stigum.

Skipaferðslan er, eins og loftferðsla og landbúnaður, ikki beinleiðis nevnd í París-avtaluni, sum hinvegin hevur eina greiða innbygda vón um, at øll øki skulu hjálpa til. Í løtuni samráðast londini um skerjingarkrøv til skipaferðsluna í ST-sjóferðslustovninum, IMO.

Tað stendur sostatt til limalondini í IMO at gera av, nær, hvussu og við hvussu nógvum skipaferðslan skal skerja sítt CO2-útlát. 

Danska reiðarafelagið, Danske Rederier, sum er millum feløgini, ið eru umboðað á COP23, sigur, at tað stendur fast við, at skipaferðslan, á jøvnum føti við onnur øki, skal hjálpa til við at røkka málsetninginum í París-avtaluni um at halda alheims hitaøkingina undir tveimum stigum.

Kelda: maritimedanmark.dk