* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skip sigldi við deyðum manni umborð í 14 vikur

Bulkarin, Star Europa, sigldi hálvan jarðarknøttin á tamb í meira enn tríggjar mánaðar við líkinum av einum sjómanni í frystarínum, áðrenn tað eydnaðist at finna eitt land, sum vildi taka ímóti líkinum. Óttin fyri koronasmittu var grundin til, at skipið varð víst úr einum landi fyri og øðrum eftir.

 

Manningin fekk langt um leingi loyvi at flyta líkið av deyða sjómanninum í land í Suðurkorea 1. juli. Tá lætnaði hjá manningi og reiðaríið, og tey takkaðu landinum fyri vinarligu móttøkuna.

 

Hesa tíðina, til líkið fekst í land, hevði eitt land fyri og annað eftir noktað at tikið ímóti deyða sjómanninum, og tískil noyddist skipið at sigla víðari í vónini um at finna eitt land, sum vildi taka ímóti tí.

 

Onkunstaðni vóru boðini, at tey høvdu ikki útgerð at kanna líkið fyri Covid-19, meðan onnur søgdu, at tey kundu ikki kanna manningina fyri Covid-19.

 

Óunniliga ferðin byrjaði hin 23. mars, tá ein 48 ára gamal sjómaður úr Indonesia small um og doyði, meðan hann hevði vakt á brúnni. Skipið var tá statt nærindis Panama.

 

Kelda: TradeWinds