* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skip sigldi á brúgvarstólpa: 25 løstað

25 fólk fingu skaða, tá eitt sveisiskt ferðamannaskip týskvøldið sigldi á ein brúgvarstólpa á Rínánni undir eini motorvegabrúgv. Tað skrivar DPA.

Av teimum 25 løstaðu hava fimm fingið álvarsligan skaða, upplýsir løgreglan sambært DPA-tíðindastovuni.

Skipið "Swiss Crystal" sigldi umleið klokkan 20.45 á ein av stólpunum undir motorvegnum A42 og oyðilegði ein part av brúnni.

129 fólk vóru umborð á ferðamannaskipinum, íroknað manningina upp á 26.

Eitt annað ferðamannaskip flutti undir bjargingarátakinum tey løstaðu í land.

Eisini fleiri aðrir bátar og 80 sløkkiliðsfólk luttóku í átakinum.

Ein talsmaður fyri løgregluna upplýsir, at koyrandi var aftur eftir motorvegabrúnni í gjár.

Hinvegin er ikki greitt, nær "Swiss Crystal" fer í sigling aftur.

Blaðið Bild skrivar á heimasíðu síni, at stevnið á skipinum er fullkomiliga oyðilagt eftir samanstoytin við brúgvarstólpan, og sleipibátar hava togað skipið burtur haðani. Ikki er greitt, hví skipið fór av kós.

Óhappið hendi nærindis Duisburg í landspartinum Nordrhein-Westfalen har vesturi í Týsklandi.

Kelda: dpa/ritzau