* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eitt bingjuskip hjá Royal Arctic Line, Malik Arctica, varð innibyrgt av ísi uttanfyri Ittoqqortoormiit í eitt samdøgur, tá tað var á veg við týdningarmiklum vørum til avbyrgda býin í Eysturgrønlandi. Tað var polarísur og ikki “vanligur” ísur, sum forðaði skipinum at sigla, skrivar Royal Arctic Line.

 

Útlit vóru til, at manningin á 606 teu stóra Malic Arctica skuldi brynja seg við toli, tá ísurin mikudagin forðaði skipinum at sigla inn til Ittoqqortoormiit við týdningarmiklum vørum til veturin. Men veðrið háttaði sær kortini soleiðis, at skipið eftir eitt samdøgur kortini slapp úr ísinum.

 

- Ísurin er ein avbjóðing, og talan er um polarís og ikki vanligan vetrarís. Hesin ísurin forðaði Malik Arctica í at leggja til bryggju í havnini, og tíverri ber illa til at gita um, hvussu ísurin flytur seg, sigur reiðaríið sambært TradeWind.

 

Kelda: TradeWinds / Maritimedanmark