* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggjasta skipið hjá svenska Skangas, Fure Vinga, verður rikið við biogassi.

Skangas bunkrar fyrsta skipið við biogassi

Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevur Skangas gjørt eitt av skipum sínum út við LGB. Tað hendi í Gøteborg, tá nýggja kemikaliutangaskipið hjá felagnum, Fure Vinga, bunkraði biogass.

 

Bunkringin varð gjørd úr lastbili yvir á skipið. Skangas sigur í tíðindaskrivi, at umframt umhvørvisligu fyrimunirnar við LNG sum rekevni, er LBG (Liquified Biogas) eisini CO2 nevtralt.

 

Tá tað kemur til rakstraevnini hjá av motorinum hevur LBG, sambært Skangas, somu eyðkenni sum LNG – kanska upp aftur fleiri góðar eginleikar enn LNG.

 

- At reka skip við flótandi gassi er okkara íkast til eitt betri umhvørvi. Vit vilja gera okkara at betra um burðardygdina. At nýta biogass er fyri okkum eitt natúrligt stig tann vegin, sigur forstjórin í Furetank, Lars Höglund, í tíðindaskrivinum.

 

“Fure Vinga” varð handað reiðarínum í apríl í ár. Sostatt hevur Furetank nú tvey LNG-rikin skip í flotanum.

 

Kelda: Søfart