* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tekning av risastóra stuttleikaskipinum, Omnio.

“Somnio” - sum merkir “at droyma” á latíni – verður navnið á einum av heimsins størstu stuttleikabátum.

 

Umborð á stuttleikafarinum verða 39 marglætis eigaraíbúðir. Kostnaðurin verður mettur til gott og væl 4 milliardir krónur, og stuttleikabáturin verður væntandi liðugur í 2024.

 

Tað er amerikanska CNN, sum veit at siga frá hesi ætlanini. Og sjónvarpsrásin hevur fingið innlit í sjálvt skipasmíðið, sum hevur til endamáls, at hála tey alra ríkastu til.

 

Tað er norski skipsførarin, Erik Bredhe, sum hevur høvuðsábyrgdina av skipaætlanini “Somnio”, og hann sigur millum annað við CNN:

 

- Somnio verður einasta risastóra stuttleikafarið av sínum slag í heiminum, sum er sniðgivið eftir hægstu standardum allan vegin ígjøgnum. Íbúðareigararnir fara at uppliva ein lívsstíl, sum valla er sæddur nakrastaðni í heiminum – til sjós - áður. Manningin verður útvald millum tey bestu í heiminum, og lagt verður til rættis við alheims ferðum, sum eru gjølla úrvaldar, soleiðis at ferðamálini og ferðin sjálv fremur og prógvar heilt serligu eginleikarnar hjá velduga stuttleikafarinum, sigur hann.

 

Støddin á íbúðunum verða úr 149 upp í 604 ferðmetrar, og størsta íbúðin fyllir nærum alt ovasta dekkið.

 

Skalt tú hava hendur á einari íbúð, skalt tú í fyrsta lagi verða boðin til tað, og í øðrum lagi skalt tú gjalda í minsta lagi 70 milliónir krónur, sum bíligastu íbúðirnar fara at kosta.

 

Kelda: Søfart