
Sambært International Maritime Bureau er alheims sjórænaravirksemið minka so langt niður, sum tað ikki hevur verið í 30 ár.
Kortini verður dentur lagdur á týdningin at vísa varsemi, tí hóttanirnar eru framvegis veruligar.
Í fjórðingsfrágreiðingini hevur IMG skrásett 90 dømi um sjórænaravirksemi globalt.
Talið á álopum í Guineaflógvanum, sum fyrr varð mett sum heimsins “hotspot” fyri sjórænaravirksemi, er minkað við 13 móti 27 somu tíð í fjør.
Samlaða talið var tað lægsta síðan 1992.
Keldur: TradeWinds og Maritimedanmark