* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjórænararnir nýttu ein skjóttgangandi bát - líknandi hesum á myndini.

Eitt higartil ónavngivið skip varð hósdagin í farnu viku álopið í Guineavíkini einar 7 fjórðingar í ein landsynning úr Agbami-farstøðini í Nigeria. Tað eydnaðist sjórænarunum at taka seg upp á skipið, meðan tað var á veg úr Libreville til Lomé.

 

Maritimedanmark skrivar, at sjórænararnir vóru umborð á skipinum í ein hálvan tíma, áðrenn teir sambært ónevndum keldum rýmdu av aftur skipinum við fleiri av manningini sum gíslum.

 

Sjórænararnir, sum sigldu við einum lítlum skjóttgangandi báti, hildu leiðina fram norðureftir.

 

Álopna skipið er í løtuni á veg til lands.

 

Sambært trygdarfelagnum, Dryad Global, varð hetta sama skipið álopið í fjør, og tá vórðu fimm av manningini tikin sum gíslar.

 

Kelda: Maritimedanmark