* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sjórænararnir, sum lupu á bingjuskipið, MV Mozart, í Guineavíkini hin 23. januar, hóttu fleiri ferðir við at skjóta manningina teir 20 dagarnar, gíslatøkan vardi. Ein av manningini, ein azarbadjani, varð skotin í álopinum. Hann doyði á staðnum.

 

- Vit taka teg av døgum, um reiðaríið hjá tær ikki ger sum vit vilja, søgdu sjórænararnir við fleiri av manningini, meðan teir tingaðust við reiðaríið um treytirnar fyri at lata gíslarnar leysar.

 

Tað siga fleiri av manningini við turkiskar miðlar, eftir at manningin varð latin leys fríggjadagin og flutt við flogfari til Turkalands.

 

Tað skrivar Tradewinds sambært Maritimedanmark.

 

Sambært sjófólkunum vóru tey ikki fyri likamligum harðskapi teir 20 dagarnar, tey vóru hildin gíslar í einum skógi, men sálarligi ágangurin var ógvusligur, og tey vóru umgyrd við vápnaðum varðhaldsmonnum alla tíðina.

 

Fyri turkiskum miðlum váttar skiparin, at manningin goymdi seg í citadellinum, tá tað eydnaðist sjórænarunum at ganga upp á skipið. Næstu fimm tímarnar vóru sjórænararnir umborð, og teir skutu áhaldandi móti citadellinum, og tað var eitt av hesum skotunum, sum rakti ein maskinmann úr Azarbadjan, sum doyði á staðnum.

 

At enda eydnaðist sjórænarunum at bróta seg inn í citadellið, og har tóku teir 15 av manningini til gísla. Løstaðu sjófólkini lótu teir vera eftir umborð saman við dripnað maskinmanninum.

 

Kelda: Maritimedanmark