* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Torm Alexandra, sum danska reiðaríið, Torm, eigur.

Sjórænar, sum leygarmorgunum lupu á danska tangaskipið, Torm Alexandra, flýddu av aftur skipinum, tá eitt italskt herskip nærkaðist teimum. Manningin á tangaskipinum, tjúgu í tali, hevur aftur valdið á skipinum, og manningin hevur tað gott, verður sagt. Flotalið úr Benin elta nú sjórænararnar.

 

Fyrsta, reiðaríið fekk boðini um, at sjórænarar høvdu lopið á Torm Alexandra, setti tað seg í samband ið Maritime Domain Awareness Trade – Gulf og Guinea, sum samskipar øll hernaðarátøk í økinum.

 

Italska fregattin, ITS Martinenge, var tað herskipið, sum lá tættast Torm Alexandra, og fregattin setti beinanvegin kós móti danska skipinum, meðan tyrlan hjá herskipinum varð send í luftina at hava eftirlit við støðuni.

 

Marinuherfólk av italsku fregattuni gingu uppá Torm Alexandru leygarkvøldið, og har varð staðfest, at sjórænararnir vóru flýddir.

 

Tá fekk manningin valdið aftur á skipinum.

 

- Hjá Torm hava vit alla tíðina hugsað um trygdina hjá manningini, sum nú fer at fáa neyðugan stuðul og kreppuhjálp. Reiðaríið hevur í allan dag (sunnudagin) havt samband við manningina og familjur teirra, sigur Joakim Nørholm Vasehus, samskiftisleiðari hjá Torm.

 

Felagið “Donsk Reiðarí” mæla nú til, at trygdin í økinum verður betrað:

 

- Álopið á Torm Alexandra vísir heilt greitt, at vit eiga at taka hóttanina frá sjórænarum í Afrika í álvara. Gud havi lov fyri at tað gekk væl hesaferð. Men vit eru noydd at tosa um, hvussu vit betra trygdina í økinum, sigur Maria Skipper Schwenn, leiðari fyri trygd, umhvørvi og sjóvinnugransking í Donskum Reiðaríum.

 

Kelda: Maritime Danmark